Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Trúgvin skoðar hvítar akrar

    Cm             Gm      Cm 
1. Trúgvin skoðar hvítar akrar,
 Cm     Gm     Dm     Gm
har ið nálin grønsku ber.
Cm       Gm    Dm         Cm
Trúgvin rættir hond til fruktir,
Cm          Gm7      Cm
tá at blóma træðið fer.

2. Meðan degningur enn drálar 
sum í iva fjalli á,
kennir trúgvin sjálvan dagin
og vil til sín gerning gá,

3. Áðrenn regnið floymir niður,
Nóa smíðar ørk úr træ.
Gjøgnum oyðumørk og trældóm
Ábraham sær Kristi dag.

4. Innan havið klovnar sundur,
Móses hevjar stav og sær,
at ein vegur gjøgnum dýpið
fyri fólksins føtur var.

5. Trúgvin skoðar vónar landið,
arvurin er hennara,
svara honum, okkum kallar:
“Ja, eg vil, eg komi, ja!”

6. Trúgvin ævigt lív ber við sær,
sjálvt um deyðin fyri er.
Trúgvin heldur fast við Jesus,
hann um markið okkum ber.

            
Yrkjari: Anders Frostenson
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-