F               G
1. »Torir Jesusi tú fylgja?«
  C                    F     Bb/C
verður spurt so manga ferð,
 F                    Bbsus Bb
hoyr tú nú ein annan spurning,
 F/C            C    F
sum eg tær vil seta her:
  Dm               A7
Torir tú at vraka Jesus,
Dm             G     C    Caug
tá ið hann nú býður tær
  F               Bbsus Bb
frið og náði, fyrigeving,
  F/C         C       F
pláss í Himlinum hjá sær?
2. Torir tú at venda ryggin
til ta hjálp, ið Gud tær beyð,
og við opnum eygum renna
inn í endaleysa neyð?
Kanst tú blíva við at droyma
um eitt lív í lukku her?
Kanst tú blíva við at gloyma,
hvussu tóm tann lukka er?
3. Torir tú so uttan Jesus
liva lívið her á fold,
uttan nakrar sannar vónir
leggjast í ta svørtu mold?
Torir tú á jørð at vraka
Jesus sum tín frelsara,
o, tá skalt tú honum møta
eina ferð sum dómara!
            
            
                
                Yrkjari: Lina Sandell
                                Umsett: Victor Danielsen
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir