Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tøkk og æru fái Gud

   D      G D/F# A7/E D
1. Tøkk o æru   fái Gud, 
D/F# A7/E D A/C# Hm E A
sum lat lyftið ganga út,
D/F#    G    A        Hm
við at senda Son sín her, 
D/F#  G    Em  D/A A   D
syndarum hann frelsu ber.

2. Tað, teir gomlu vildu fá, 
- ynsktu hjartalit at sjá,
og frá forðum lovað var,
Jesus okkum er Guds svar.

3. Friður mín! Vælkomin ver!
Hjartans tøkk, at tú komst her!
Kom, o Jesus, inn hjá mær,
sjálvur veg tú finni tær.

4. Kom, o heiðurs Kongur inn,
tær til bústað tak mítt sinn,
hjartað reinsa, evna til,
einans tín eg vera vil.

5. Ugga tín ber míni sál, tú,
sum galt mítt syndamál,
so at eg á trúar veg’
altíð hanga kann við teg.

6. Og tá tú í dýrdleika
aftur kemur Himli frá,
lat meg vera, Harri kær’,
rættvísgjørdur fyri tær!

            
Yrkjari: Heinrich Hald
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-