G G/B C C/G G
1. Tit limir, sum hava á himninum hø--vur!*
D7 G D G
Hví ganga tit her, sum var stongt yvir fold?
D G G/B C C/G G
Upp lítið í erva við treystleika, brø--ður,
D7 G D G
og lærið at temja hitt tvørliga hold,
G/B C D
hvør kross sín at be--ra
D7/F# G
og einki at gera,
D G G/B C C/G G
sum sálina burtur av leið roynir vil--la
D7 G D D/F# G
og himnanna sælu um ævir at spil--la.
2. Eg minnist tey fornu
»gullkristnu«, tey nevna,
ta ídni og tolmóð, sum trúgvin teim gav,
og síggi í stundini kristmanna levnað,
hitt sama er navnið, men nógv brýtur av.
So verið tað átti,
at øll nú við mátti
at honum, sum livir og kemur, oss vendu
og eins og tey gomlu av kærleika brendu.
3. Vár brúðgómur kemur ei leingi at bíða,
so keypið nú olju til ferð á hans fund!
Og sitið ei svøvntyngd, nú dagarnir líða,
men vakið og biðið sum himinsins sprund,
so snar vit í vendi
við stavi í hendi**
hvørt bil eru búgvin at himni at skunda,
sum sorgarnívd javnan í trongum á stunda.
4. Upp salvaðu tit, latið krossmerkið lýsa,
við krúnuni kongur fer til sína tjóð;
nú himnanna ríki teim loystu skal hýsa,
har gleðin er ævig, og lundin er fró.
Teim, her toldu vansar,
fær kongurin kransar
og krúnu, sum lýsir við bjartari megi,
enn middagssól skínur á miðsummardegi.
Yrkjari: C. F. Mueller, Hans A. Brorson
Umsett: Gudmund Bruun
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir