Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Til ríka framtíð ganga inn

        B      E      B
1. Til ríka framtíð ganga inn,
         F#           B
úr himli hoyrist sangurin.
                    E      B
Frá neyð og stríð’ vit eru loyst,
          F#             B
um ævir friður Guðs er troyst.
           E     G#m  F#
Ein endaleysur skari fer
             B             E
inn í Guðs stað, har opið er.
           B      E     B
Og sangur fyllir himmalhøll,
        F#           B
tá endaleys er tíðin øll.

          G#m           E
Við sangi æra vit títt navn,
	          B    E      F#
tí frelsuna tú okkum vann.
           G#m         E
Lovsangur fyllir himmalin,
           F#         B
tí tín er dýrdin, heiðurin.

2. Guðs lamb í miðjum skara er,
hvør sál har hvítan búna ber.
Við blóði tváað eru rein,
har frelst øll standa, hvør og ein.
Og Kristus lekir hvørt eitt sár,
av eygum turkar burtur tár.
Hann sløkkir tosta, mettu ber,
við størsta kærleika, sum er.

Við sangi æra vit títt navn,
tí frelsuna tú okkum vann.
Lovsangur fyllir himmalin,
tí tín er dýrdin, heiðurin.

         B       E     B
Og allir einglar falla tá
          F#             B
av undran um, hvat eygað sá,
                   E    B
tí skarin alsamt størri er,
             F#            B
sum lov og prís tær, Guði, ber.

B E B E
B E B F#

Við sangi æra vit títt navn,
tí sigurin tú okkum vann.
Lovsangur fyllir himmalin,
tí tín er dýrdin, heiðurin.

Við sangi æra vit títt navn,
tí sigurin tú okkum vann.
Lovsangur fyllir himmalin,
tí tín er dýrdin, heiðurin.

         B       E     B
Til ríka framtíð ganga inn,
         F#          B
úr himli hoyrist sangurin.




            
Yrkjari: Urban Ringbäck & Ida Möller 2017
Umsett: Hilmar Jan Hansen umsetti 2025



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-
Tags