C
1. Tey bóru børn til Jesus,
G C
- har knýttust kærleiksbond,
F C
á hvøvur teirra legðist
Dm G C
vælsignandi hans hond.
2. Hann heitti á sín faðir
um hjálp at veita teim
og leiða tey til himmals,
tí har var teirra heim.
3. >>Lat smábørn koma til mín,
mítt ríki teirra er;
eg eri teirra vinur!<<
Hann enn ta talu ber.
4. Eitt sinn eg við var borin
í Jesu egna favn,
tað var á dópsins degi,
eg fekk mítt kristna navn.
5. Í himmiríki binda
meg Jesu bønarbond,
og hagar Gud meg leiðir
við síni álmáts hond.
Yrkjari: Mark. 10, 13-16
Umsett: Carla Jeppsson & P.J. Sigvardsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir