D A D
Tað vakrasta av øllum
G D
á fold, mítt eyga sær,
Hm G D/F#
er kongurin á himni,
G D/A A7 D
sum tornakrúnu bar!
2. Tá slørið svart frá eyga
hann burturrykti mær,
tá tordi eg at trúgva,
hann mínar syndir bar.
3. Tann kærleiki, sum lýsir
úr tornakrúnuni,
væl bjartari man vera
enn alt á mínum veg.
4. Hvat eg enn her man vita,
eg einki veit so væl
sum tað, at Kristi kærleiki
kann gera okkum sæl.
5. Hvat enn eg her kann evna,
als einki tó eg kann,
um ikki hann eg eigi,
mín góða frelsarmann.
6. Hvat enn eg her man eiga,
tað aldri virði fær
sum hann, mín dýrdarkongur,
ið tornakrúnu bar.
7. Sum sólarljósið brýtur
sær gjøgnum myrkrið slóð,
hann gyllir mær alt lívið
við síni kærleiksglóð.
8. Tá heimsins vakra gleði
ei meir meg tøla kann,
tá síggi eg ei annað
enn hann, mín frelsarmann!
Yrkjari: Anton Levinsen
Umsett: Heri Tróndheim og Johs. Mortensen 1971.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir