A            D      Hm
Tað sæla er, sum Harrin tær
     E          A
vil geva her á jørð.
   A             D        Hm
Í náði hann til lamb sítt sær
    E             A
og gevur tí sítt orð.
   A         E
Í náðini tú liva má,
   D           A        E
og ongan enda skal hon fá.
    A          D   Hm
Halleluja, halleluja,
    E          A
halleluja vár Gud!
2. At leita eftir Gudi her
tað besta er, tú gert.
Og hvussu so enn lívið fer,
tó einans tað er vert.
Tá jarðarlívið enda fær,
tá skal hann taka móti tær.
Halleluja, halleluja,
halleluja vár Gud!
3. Her myrkur mangan fjalir leið,
tú sólina ei sær.
Tú kennir Harrans signing ei
– tó aftur til hann far.
Í himli einki myrkur er,
hvat gjørdi tá, um trong var ferð?
Halleluja, halleluja,
halleluja vár Gud!
            
            
                
                Yrkjari: Nils Frykman
                                Umsett: Heri Tróndheim
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir