Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tað er nakað í himli hjá børnum at fá

            E                  B
1. Tað er nakað í himli hjá børnum at fá',
           B7                E
tey, sum elska sín frelsara her;
  E7    A                   E      C#m
bæði krúnur og gullhørpur fáa tey tá
         F#m           B7       E
og ein klædning, sum snjóhvítur er.

          E                    B
Har er nakað at fá', har er nakað at fá'!
         B7                E
har er nakað hjá børnum at fá';
E7      A                E         C#m
í tí himmalska stað eru øll altíð glað,
        F#m       B7       E
har er nakað hjá børnu at fá'.

2. Tey á gullgøtum ganga og syngja so glað
millum einglar í ljósinum har;
Jesus sjálvur er hjá teimum, minnist til tað,
hann, sum syndir og straff teirra bar.

3. Har við borðið hjá Gudi, har sita tey øll,
fáa nýtt vín og livandi breyð;
Harrin Jesus er ljós í tí himmalsku høll,
eingin pína er har, eingin neyð.

4. Ja, tey fáa sær vatn av tí livndi flóð,
eta fruktir av lívstrænum við,
og um Jesus tey syngja eitt gleðiligt ljóð,
og hann gevur teim ævigan frið.

            
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: V. Danielsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-