Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Takk, Gud, tú skapar nýggjan morgun (nr 41)

1. Takk, Gud, tú skapar nýggjan morgun;
takk, Gud, tú gevur ljósan dag;
takk, Gud, í gleði sum í sorgum
fyri vinalag!

2. Takk, Gud, tú gevur gleðir góðar;
takk, Gud, at enn er náðitíð;
takk, Gud, at Jesus okkum slóðar
veg í heimsins stríð!

3. Takk, Gud, tá vinir við mær streva,
takk, Gud, eg teimum hjálpa kann;
takk, Gud, um eg kann fyrigeva
tí, mær neisur vann!

4. Takk, Gud, tú ongan frá tær koyrir;
takk, Gud, eg á teg trúgva kann;
takk, Gud, at barnabøn tú hoyrir,
og tú hjálpa man!

5. Takk, Gud, tú hevur givið orðið;
takk, Gud, tín andi er til mín;
takk, Gud, at meg við altarborðið
signar hondin tín!

6. Takk, Gud, tín kirkja okkum fevnir,
takk, Gud, vit eru felags har;
takk, Gud, til verka tú mær stevnir,
og tú ert mær nær!

7. Takk, Gud, tú hug at himni vekur,
takk, Gud, har bíðar sessur mín;
takk, Gud, at tú til síðst meg tekur
heim, ja heim til tín!

            
Yrkjari: Martin G. Schneider
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-