G Am
Takk, Gud, fyri alt, sum hendi,
D G
fyri gávur, tú oss ber,
C
fyri tíð, sum er at enda,
D/F# G
fyri stundina, sum er!
C G
Takk, Gud, fyri ljósa várið,
D
fyri myrka, kalda heyst,
B/D# Em G/B C Am
fyri hvørt hitt gloymda tárið,
G/D D7 G
fyri hjartafrið og treyst!
2. Takk, Gud, fyri tað, eg læri,
fyri alt í duldum hekk,
fyri bøn og bønarsvarið,
fyri tað, eg ikki fekk!
Takk, Gud, fyri gátur loyndu,
fyri hjálp og troystarorð,
fyri náðina fullroyndu,
fyri sælu barnakor!
3. Takk, Gud, fyri gleði tína,
fyri sól og himin blá,
fyri trongd á gøtu míni,
fyri sorg, tú legði á!
Takk, Gud, fyri royndartíðir,
fyri vón, ið trygg oss ger,
fyri ljós, tá náttin líður,
fyri trúgv, ið frelsu ber!
4. Takk for rósurnar á vegnum,
fyri tornar millum tær,
fyri lív við páskadegnum,
fyri Jesu fótafar!
Takk, Gud, fyri kross og krúnu,
fyri sigursæla stríð.
Fyri pláss við tína trónu,
takk, mín Gud, um alla tíð!
Yrkjari: August Storm
Umsett: Edm. í Garði.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir