Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tað finst ein vón (There is a hope)

                  C                        F
1. Tað finst ein vón, sum brennur djúpt í mær,
            Dm                  G
hon veitir megi mitt í sorg og sút.
             C                F  G   Am
Ein bjartan dýrdarglotta trúareygað sær,
     C/E   D/F# Gsus G
sum rekur ivan út.
    Am   G6     F       C/E
Í Kristusi mín synd er bøtt,
      Dm    E/G#   Am G/B  C
Hann kemur aftur, kemur skjótt.
      C/E  F               C/G E/G# Am
Mín djúpi longsil og mín hjartans trá
F6  C/G    G    C
er tær at vera hjá!

2. Tað finst ein vón, sum lívgar byrðað bróst,
ein troystarkelda fyri tunglynt sinn’.
Í heimsins djúpa myrkri vónin ger alt ljóst,
har Jesus sleppur inn.
Í líðing nú, í ótta tá,
Hann dirvi gav at halda á.
Ja, tryggur í Hans ørmum eri eg,
teir heim nú bera meg.

3. Tað finst ein vón, sum royndir lívsins stóð,
sum hevjar eygað upp um grøv og deyð,
har eg skal skoða Hann, sum leið og læt sítt blóð,
og dýrdina Hann beyð.
Tá endar sorg og líðing svár,
og turkað verður burt hvørt tár.
Mín sál skal kenna sanna gleði, gleim,
tí hon er komin heim!

            
Yrkjari: Stuart Townend
Umsett: Zacharias Zachariassen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-
Tags