Dm Am7 Dm
1. Tað er sagt um Àbraham, sum búði trygt og væl hjá
Gm C7 Fmaj7 A7 Dm
ætt síni og hevði tað so gott, at hann fekk boð frá Gudi,
Am7 Dm Gm7 Am7 Dm
um at hann nú fara skal út til eitt ókent land og tað so brátt.
Gm7 C7 Fmaj7 Dm7 Gm Em7 Asus4 A7
Og Àbraham, hann lýðin var, fór eins og Harrin segði, og
Dm Dm/C Dm/H Bmaj7 Dm/A Am7 Dm Gm/D Dm
mong vælsignað vórðu av tí ferð, sum hann, tá hevði.
2. Tað er sagt um fiskimenn, sum røktu gørn ísenn,
teir fingu eini boð niðri við fjørð´,
tað Jesus var, sum segði: Fylgið mær, tit góðu menn,
tit latið liggja gørn og fiskifør.
Teir fiskimenn tá fóru burt frá báti og frá strondum,
og meistarin vælsignar teir og alt í teirra hondum.
3. Tað er sagt um tollaran, sum sat í síni búð,
hann kravdi pening av tí, sum har kom.
Men Jesus sá og spurdi: Levi, hvussu vorðið nú?
Tá Levi sá sín egna fátækdóm.
Men Jesus bað hann fylgja sær út í tann gerning góða,
og Levi fór, hann gekk bert har , ið Jesus hevði slóðað.
4. Tað er sagt frá Jesusi til ein og hvønn í dag:
Ger upp við tað, sum bindur, og fylg mær!
Eisini tú ert kallaður til lýðið ferðalag,
kann verða mangt, tú siga mást frá tær.
Tú kallast til tað ríkasta, tað størsta og tað besta:
At tæna Krist´og næsta, í tí kalli lat teg festa.
Yrkjari: Liv Nordhaug
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir