1. Tað er ein Gud, sum var og verður.
Um alt á foldum fer í sor,
so heldur tí hans halga orð,
og aldri vikna Harrans gerðir.
Eg seti álit mítt á hann,
eg veit, hann aldri svíkja kann;
tað Harrans orð meg lærir.
2. Tað er ein Gud, sum øllum ræður,
sum hevur alt í síni hond.
Um lagnan gerst mær hørð og vond,
eg stúri ei, men eri glaður,
tí faðireygað gjølla sær,
hvat bágar, og hvat gagnar mær
um tíð og allar ævir.
3. Tað er ein Gud, hvørs eyma hjarta
er opið fyri tær og mær,
í kærleika tað altíð slær;
er synd mín enn sum myrkrið svarta,
hann letur náðarljósið sítt
svá glógva inn í hjarta mítt
sum sólarglæman bjarta.
4. Tað er ein Gud, sum frelsu veitti,
tá heimurin í glatan var,
tá Jesus syndir mínar bar,
og deyði hans og blóð og sveitti
tað eina bjarging veita kann,
og allar mínar syndir hann
í náðardýpið tveitti.
Yrkjari: Johan Chr. Nielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir