C            
1. Tú, sum leinkjur slítur,
F       Dm
loysir trælabond,
   
brákað rør ei  brýtur,
  G           C
grøðir særda ond,
         Am      G
sál mín til tín gongur,
             F
eigur besta lut,
         C        G
ei ein trælur longur,
                   C
men títt barn, o, Gud.
                G
  Tín eg eri, Jesus,
              C
  eri tín – eina tín,
                   G
  keyptur tín at vera,
               C
  nú og altíð tín!
2. Nú er leið mín gleði,
ljóst mær hvørt eitt spor,
sjálvur ljós á vegi
eru míni kor.
Heilagt prýði er tað 
fylgjast Gudi við,
lívsins lukku ber tað 
hansar unga lið'.
3. Í hitt myrka fongsul
meir ei leið mín ber,
allur hjartalongsul
móti himli fer,
glaður eg á onnur
veittri, sum eg kann:
Komið við til Jesus,
sum oss lívið vann!
            
            
                
                Yrkjari: Hans P. M. Mollerup 1905
                                Umsett: Edm. í Garði
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir