F C
Tú kemur ei uttan um Jesus,
Gm C F
um tú inn til lívið vilt gá.
F F7 Bb Bbm
Um hann tær ei sjónina gevur,
F Dm C F
Guds ríki tú ikki kanst sjá.
2. Tú kemur ei uttan um Jesus,
hann lívið og sannleikin er –
ein viti á náttmyrka firði,
tann leið, sum til paradís ber.
3. Tú kemur ei uttan um Jesus,
hann grøðir tey svárastu sár.
Har vetur og vónloysi ráða,
har skapar hann vænasta vár.
4. Tú kemur ei uttan um Jesus –
hitt dýrasta navnið, ið er,
í lívi, í deyða og dómi
tað einasta navnið, ið ber.
5. So gev nú títt hjarta til Jesus,
hann læt jú sítt lív fyri teg!
Um gøtan er trong, hann teg leiðir,
so ber hon tó sælasta veg.
Yrkjari: Trygve Bjerkrheim
Umsett: Edm. í Garði
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir