Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tú kanst koma til Frelsaran

              D                  A.         D
1. Tú kanst koma til Frelsaran, so sum tú ert,
         G            D       E7
er enn synd tín sum bløðanda sár.
A        D          D7       G         Em
Hann vil lætta av herðum ta byrðu, tú bert,
         D/A       A7     D
og burt turka øll iðranartár.

2. Orð hans sigur tær greitt, at tú koma víst kann
-nær sum helst, hvørja stund og hvønn dag.
Sjálvt ta svárastu synd kanst tú leggja á hann,
sum varð gjørdur til synd í tín stað.

3. Hann teg lovar at leiða alt lív títt á fold.
Sæla lyfti, ið Jesus tær ber!
Er enn vegurin mjáur, og hóttir títt hold:
Stríð tó stríðið, og hjá tær hann er!

4. Um tú snávar, mín vinur, til Jesus tá far,
hann teg reisir, um djúpt tú enn fall.
Nýt so allar tær løtr, ið her untust tær,
til at lýða hans orð’ og hans kall’.

            
Yrkjari: Trygve Bjerkrheim
Umsett: P.J. Sigvardsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-