G C/G G
1. Tú hevur hoyrt, at Gud gav síni boð
C C/G G
til verju um tað lív, sum vit her fáa?
Am D
Ímóti synd og heimsins falska log
H/D# Em Am D7 G
er boðið ljós, so rætta leið vit skoða.
2. Í boðunum er kunngjørt, hvussu vit
her skulu vera hvør ímóti øðrum
at elska Gud og hava fyrilit
og unna næstanum í øllum førum.
3. Ja, boðið sigur, hvat eg gera skal,
at eg skal halda burtur meg frá illum,
men gera gott, mær altíð skikka væll,
so samvitskan ei fløkir seg í villum.
4. Gud, lær meg tíni boð at kenna væl,
tú skriva tína lóg inn í mítt hjarta,
tá verju tína víst eg kenna skal
og elska tíni boð og lyftið bjarta.
Yrkjari: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir