D G D
1. Tín lovsongur, himmalski Faðir,
Em A D
eg ynski at vera á jørð,
G D
at syngja sum einglarnir glaðir,
Em A D
tær lova, sum eg eri før.
G A D
Ja, kundi eg eina meg frøa
E A
um barnarættin hjá tær,
D G D Hm
mín gleði tá røkk til tað høga,
Em A D
hon livandi lovsongur varð!
2. Mín Jesus, o hevði tú fingið
frá mær hvørja einastu sorg,
hvørt sindur, sum her á meg tyngir,
tá var eg í tryggastu borg.
Ja, legði eg óttan, eg beri,
á Harran og mína ferð,
tá veit eg, at eg mátti verðið
ein livandi lovsongur her!
3. O Heilagi Andi, tú geri mín
vitnisburð heitan sum glóð,
at tala og sangur, eg beri,
er fyltur við kærleikans ljóð.
Úr hjarta mínum tú týni
hvønn sjálvsøknan hug og gerð,
tá veit eg, í røddini míni
ein livandi lovsongur er!
4. Mítt ynski er eina at vera
júst tað, sum Gud ætlaði mær:
Eitt ílat, Gud’ heiður kann gera,
í heilaga skrúði hans var.
Gud Heilagi Andi, tú beri
til Himna trónu tann lut:
Eg ynski, at eg mátti verðið
tín livandi lovsongur, Gud!
Yrkjari: A. Levinsen
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir