Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tá ið endar mítt stríð (Nr. 605)

F    
1. Tá ið endar mítt stríð
      C 
og út runnin mín tíð,
        Gm     C         F
skal eg náa ta himmalsku strond.

Jesus eyga mítt sær,
      C
og tá vísir hann mær
     Gm      C      F
naglamerkini í síni hond.
 
        Bb                     F
Eg skal ganga við lívsvatnsins strendur,
      G                 Gm/Bb  C
hoyra pálmanna friðsæla sús.
       F
Eingin synd, eingin sorg
     C
er í Himmalsins borg,
         Gm         C         F
men bert songur sum havsbylgjubrús.

2. Ferðin endar ei her,
men til Himmals hon ber,
til tað heimland, sum Jesus mær vann.
Vinir hitti eg har,
sum her skiltust frá mær,
gævi, skjótt, at tann stundin upp rann.

3. Áh, ver tolin og bið,
tí Guds himmalska frið
skal hin trúfasti fáa í løn.
Tann, ið krossin her bar,
lívsins krúnu har fær.
Áh, Guds barn, ver tí vakið í bøn.





            
Yrkjari: Gøte Andersson
Umsett: Hilmar Andrésen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-