F Bb F
1. Tá basúnin ein dag ljóða skal, og tíðin úti er,
F/A C
tá hin fagri morgun rennur upp við frið,
F Bb F
tá ið Harrin kemur niður, og øll síni heim hann ber,
C F
tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við.
F
Tá hin frelsti skarin savnast,
C7
tá hin frelsti skarin savnast,
F /A Bb Gm/Bb
tá hin frelsti skarin savnast,
F/C C F
tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við.
2. Áh, hin morgun, tá ið hvør, í Kristi doyði, rísa skal
og skal standa uppi har – eitt ótalt lið!
Tá ið síni øll á jørð hann heintar heim í høgan sal,
tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við.
3. Lat meg virka fyri Harran tá – ja, bæði nátt og dag!
Áh, mín sál, fall ei í fátt, men vak og bið!
Tá so Jesus tekur síni heim av hesum stríðsins stað,
tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við.
Yrkjari: James M. Black
Umsett: Victor Danielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir