Sangir og akkordir

845 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Sí hvussu Jesus gongur (nr 132)

1. Sí, hvussu Jesus gongur
Við lít á drápsmansfund,
Fast yvir honum hongur
Hin sára deyðastund.

2. Alt tað, sum sær var lagað,
Í andanum hann sá:
Neyð, kross og deyðans trega
Og grøv so skamt har frá.

3. Tó ei við tungum móði
Fer deyða hann ígegn,
Hann veit: við sínum blóði
Hann týnir deyðans megn.

4. Her er hann, ið vil loysa
Hvønn træl úr synd og sút,
Her er hann, ið vil oysa
Guds náðigávur út.

5. Her er hann, ið vil fagna
við alski hvørjum sær,
Her er hann, ið vil ganga
Við blóði sínum tær.

6. Her er hann, ið vil bera
Um enni tronakrens,
Her er hann, ið vil vera
Um ævir kongur mans.

7. O, gævi, at eg mátti
Av sonnum æra teg
So mikið, sum eg átti,
Tí at tú frelsti meg.

8. Eg klæði míni fegin,
Sum fólkið fyri kong,
Vil breiða út á vegin
Og syngja heiðurssong.

9. Eg beri mínar pálmar,
Sum fólk í forðum brá,
Eg syngi mínar sálmar,
O, Jesus, lýð tú á!

10. Eitt hosianna ljóði
Til tín, ið bjarga kanst,
Tú, dýrdar drottur góði,
Er tann, ið deyðan vanst!

            
Yrkjari: Thomas Kingo 1689
Umsett: Gudmund Bruun



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-