F Gm7
1. Sí akurin er hvítur, og skurður stórur er,
(C7) Gm C7 Gm C7 F
og fyri Jesus stríðast so fá í hesi verð,
F D Gm C7 F
tey flestu ræðast ofrið og kalsins líðingar,
A Dm A A Dm A C7
ímeðan doyggja fjøldir, teim eingin boðið bar.
F Gm C F
Far inn í liðið, tað verði títt svar!
D Gm C F B
Í dag, nú Jesus kallar teg, so svara,
F/C Dm F/C C7 F
sig honum ja, og far!
2. Missiónsins harri væntar, at ung nú vilja gá
og fara inn í stríðið, har leggja lívið á
at bera boð um Jesus og fara har, Gud vil,
seg sjálvi geva heilt og Guds søk seg ofra til.
3. Á! vóru vit tó vakin, boð kongsins hava skund,
og myrkurs vald tað bindur mangt fólkið
enn um stund.
Lat fyrilit alt fara, vend bak til egnan veg,
gev tína tíð til Jesus, teg sjálvan, allan teg!
4. Gev okkum, Harri, vilja at fara har, tú vil,
her heima og har úti, Gud, gev mær náði til,
við ídni kall mítt røkja í Kristi kærleika
og fyri Jesus virka fram til mín síðsta dag.
Yrkjari: Sigurd Lunde
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir