A
1. Syng um Jesu undurfulla kærleik,
E A
syng um náði hans og makt.
A/C# D Bm
Vit í Himli fagran bústað
A/E E A
fáa, sum hann hevur sagt.
D A
Tá vit koma til Himmals,
F#m B E E7
ein vælsignaður dagur verður tað.
A D Bm
Tá vit síggja Jesus
A/E E A
og syngja honum takkarlag.
2. Sum vit ganga pílagrímsins gøtu,
myrkist mangan loft so blátt,
men tá ferðin er at enda,
horvið er hvørt skýggj so grátt.
3. Latið okkum vera trúgvar, sannar,
honum tæna dag um dag.
Tá várt eyga ber við Jesus –
alla møði lønir tað.
4. Framá – himmallønin er várt stavnhald,
Jesu dýrd vit síggja tá,
skjótt fer perluportrið upp, og
vit gullgøtur stíga á.
Yrkjari: Eliza E. Hewitt
Umsett: Petur W. Háberg
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir