C F C
Sum Jesus ei nakar á jørðini var,
G G7
so mildur var eingin sum hann,
C F
og ei slíkan vin nakar syndari fær,
C/G G C
sum frelsa tann vónleysa kann.
G G/F C/E F C
Hann ofraði lívið, læt renna sítt blóð,
Dm G C G
hann ofraði alt fyri meg,
C C7 F
hann stríddi við úlvin og sigrandi stóð,
C G C
hann stríddi og spardi ei seg,
F C/G G C
men ofraði alt fyri meg.
2. Av sonnum ein frelsari Jesus mær er,
hann kendi ta neyð, eg var í,
og dóm mín og straff mína toldi hann her,
tí endað er neyð mín og stríð.
3. Tí æviga kletti nú hvíli eg á,
hann, hann er mín friður í dag; 1)
og harvið eg himmalin tryggur skal ná,
tann stað, sum mín trúgv hevur sæð.
Ein borg mær hann er, har eg hvíla nú kann
sum skip í tí tryggastu havn;
hjá Jesusi eina mín sál hvílu fann,
mín friður er hansara navn,
hann sjálvur meg tók í sín favn.
Yrkjari: Fanny Crosby
Umsett: Victor Danielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir