Sangir og akkordir

845 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Stuttligt er um jólatræ (nr 126)

1.  Stuttligt er um jólatræ
Til at dansa jóladag,
Síggja ljósini har brenna,
Meðan vit um gólvið renna
:,: hond í hond so sálarglað. :,:

2. Jólafest er gleðifest;
Barnahjartað allarmest
Gleðir seg, tí tá kom niður
Her á jørðina Guds friður;
:,: Jesusbarnið tá varð føtt. :,:

3. Hann í eini krubbu lá,
Sum var fylt við hoyggj og strá;
Boð um hann tó einglar bóru
Til teir seyðamenn, sum vóru
:,: uttan fyri Betlehem. :,:

4. Gleði fylti teirra sinn’,
Teir í staðin fóru inn;
Væl varð leitað, beint teir gingu,
Teir ta stóru gleði fingu:
:,: Jesusbarnið funnu teir. :,:

5. Tá teir allir høvdu sæð
Hann, sum øll kann gera glað,
Sæð hann, har hann lá so søtur,
Fóru teir til sínar fløtur
:,: uttan fyri Betlehem. :,:

6. Tá ein stjørna bjørt og blíð
Sjónlig var við náttartíð,
Skuldi føðast kongur stóri,
So var søgnin, og tí fóru
:,: vísmenn tríggir beint avstað. :,:

7. Tó teir vistu ikki, hvar
Hesin kongur føddur var;
Stjørnan bjarta, himlaljósið,
Vísti teimum beint á fjósið,
:,: har sum Jesusbarnið lá. :,:

8. Ung og gomul kvøða enn
Um teir tríggjar vísu menn,
Sum úr Eysturlondum fóru,
Gull og myrra við sær bóru
:,: til nýfødda kongabarn. :,:

9. Stjørnan hvarv, tó livir enn
Søgan um teir vísu menn.
Vit av teimum kunnu læra
Eisini á fund at fara
:,: eftir kongabarninum. :,:

10. Jólafest, vár kæra fest,
Hátíð ert tú allarbest.
Gævi Gud, tann søti friður,
Hini jól til jørð kom niður,
:,: vitja má hvørt hjarta enn! :,:

            
Yrkjari: Djóni Isaksen




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-