C
1. Stuttligt er um jólatræ
F C G
til at dansa jóladag,
C
síggja ljósini har brenna,
G C
meðan vit um gólvið renna
G C
hond í hond so sálarglað.
F G C
hond í hond so sálarglað.
2. Jólafest er gleðifest;
barnahjartað allarmest
gleðir seg, tí tá kom niður
her til jørðina Guds friður;
:/: Jesusbarnið tá varð føtt. :/:
3. Hann í eini krubbu lá,
sum var fylt við hoyggj og strá;
boð um hann tó einglar bóru
til teir seyðamenn, sum vóru
:/: uttan fyri Betlehem. :/:
4. Gleði fylt teirra sinn,
teir í staðin fóru inn;
væl varð leitað, beint teir gingu,
teir ta stóru gleði fingu:
:/: Jesusbarnið funnu teir. :/:
5. Tá teir allir høvdu sæð
hann, sum øll kann gera glað,
sæð hann, har hann lá so søtur,
fóru teir til sína fløtur
:/: uttan fyri Betlehem. :/:
6. Tá ein stjørna bjørt og blíð
sjónlig var við náttartíð,
skuldi føðast kongur stórur,
so var søgnin, og tí fóru
:/: vísmenn tríggir beint avstað. :/:
7. Tó teir vistu ikki, hvar
hesin kongur føddur var;
stjørnan bjarta, himlaljósið,
vísti teimum beint á fjósið,
:/: har sum Jesusbarnið lá. :/:
8. Ung og gomul kvøða enn
um teir tríggjar vísu menn,
sum úr Eysturlondum fóru,
gull og myrra við sær bóru
:/: til nødda kongabarn. :/:
9. Stjørnan hvarv, tó livir enn
søgan um teir vísu menn.
Vit av teimum kunnu læra
eisini á fund at fara
:/: eftir kongabarninum. :/:
10. Jólafest, vár kæra fest,
hátíð ert tú allarbest.
Gævi Gud, tann søti friður,
hini jól til jørð kom niður,
:/: vitja má hvørt hjarta enn! :/:
Yrkjari: Luk. 2, 8-11. Matt. 2, 11
Umsett: Dione Isaksen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir