C F/C G C
1. Ársins ljósa tíð, vit hava summar frí,
F C Gsus G
Sólin sær og gleðir sprutlar í mær.
C F/C G Am
Skaparverk so flott, Guð sá, at alt var gott,
F C Gsus
Eg undrist yvir hansar’ megi og mátt;
G Dm Dm/C G
Skapti menniskjað og gav tí vald á jørð,
Dm Dm/C Gsus
Yvir djórum og øllum, ið grør.
G F C G
So vakra jørð Guð okkum gav, stjørnu himmal og hav.
C F C Gsus
Eg síggi summardáar, fuglar á jørð.
G F C E
Men onki vakrari er, enn vit, sum búgva her.
Am C/E F
Og meðan summarsólin skínur bjørt,
G F/D F G G(sus4) C
Í smáum hjørtum sprettir takk semi stórt.
2. Brátt er náttin nær
og sólin tykist fjar,
myrkrið kom - eg kenni fjáltur á mær.
Syndafall so stórt,
tað hevur við sær ført,
at sorg og neyð enn raka okkum viðhvørt.
Men Guð gloymdi ikki menniskjuni her,
sendi Jesus niður til hesa verð.
3. Náttúran og vit
so ofta skifta lit,
vetur, vár - vit kenna gleði og tár.
Hann, sum broytist ei,
vil okkum lýsa leið.
Trúgv á hann! Ja, hansar’ boð eru greið:
“Elska Guð og elska næsta tín sum teg.”
Jesus leiðir okkum sannleikans veg!
Yrkjari: Hallgerð Brim
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir