Sangir og akkordir

845 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

So kvirt lá seyðafylgið tað (nr 128)

1. So kvirt lá seyðafylgið tað,
Sum hirðar goymdu at,
Tá himna Gud, við einalalag,
Sín boðskap ljóða læt.

2. So hoyrdust boð á náttartíð
Ígjøgnum einglarødd:
>Í dag er føddur sonur, ið
Skal morla ormsins høvd.<

3. Nú sprettur lívsins kelduvað,
Tí moyggj í heimin bar
Immanuel í Dávids stað’,
Sum fyrijáttað var.

4. Á føtur seyðamaður far
Og leita upp tað fjós,
Har orðið gjørdist hold og varð
Til sælu, dýrd og ljós.

5. Tað ljós upplýsir myrkurs dal
Og vesalt hjarta við.
Tí syngið glað og sigursæl
Øll heimsins irkjulið.

6. Lat ljóma samfelt hásong nú
Við himins einglaher:
>Hálovaður um ævir tú,
Av Dávids runni, verð<.

            
Yrkjari: Okkum ókendur
Umsett: Suni F. Jacobsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-