Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Skammast tú við Harran Jesus (nr. 304)

D                      G
Skammast tú við Harran Jesus,
D        Hm              E  A
við hans kross og tronga veg?
D                   G
Jesus skammaðist tó ikki
D      A            D
við at doyggja fyri teg;
A                    D
Torir tú ei frítt at vísa,
G       D          E  A
tú vilt vera honum nær?
D               G
Meira vágaði tó Jesus
D    A            D
fyri lív at vinna tær.

	2. Ræðist tú ein lítlan látur –
sakin geldur lív og deyð –?
Jesus ræddist ikki spottið,
tá ið hann bar tína neyð;
vinur, heldur tú teg burtur,
tí bert frið tú hava vilt?
Ikki bar seg Jesus undan,
toldi stríðið hart og ilt.
	3. Skammast tú við Harrans vinir,
sært tú teirra feilir bert?
Jesus kennir teg, tú stolti,
um tú enn langt burtur ert!
Tú skalt sjálvur verða dømdur,
sum tú dømir onnur nú;
við tí máli, tú nú nýtir,
máldur verður sjálvur tú. 1)
	4. Hoyr tó, hoyr, hvat Jesus sigur:
»Um tú skammast nú við meg,
tá skal eg á mínum degi
heldur ikki kenna teg;
men vilt tú við meg frítt kennast
fyri monnum, – ansa væl! –
fyri Gudi og hans einglum
eg við navn títt kennast skal!« 2)
	5. Tann, ei vágar, ei kann vinna,
mót er tann, sum ei er við;
tann, ið lívinum skal bjarga,
kann ei altíð hava frið.
Hevur tú við Jesus skammast
líka upp til henda dag,
skammast ei at venda aftur, –
enn er tíð at gera tað!

            
Yrkjari: Lina Sandell.
Umsett: Victor Danielsen.



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-