F B Gm
Sig, kennir tú tað vakra Jesunavnið,
C7 F
Gud til frelsu okkum gav?
B
Um allan heim tí mannatungur prísa,
C7 F
yvir hvørt eitt land og hav.
C7 F
Navnið, sum av øllum ber, er Jesus,
G7 C7
tað lýsir framman fyri stavn.
F B
Tí einki annað navn kann okkum frelsa,
C7 F
einki, einki annað navn.
2. Sum morgunstjørnan bjørt á himli lýsir,
lýsir navnið dag og nátt.
Tað birtir vón, um mótloysi tú hýsir,
bert tað sleppur inn um gátt.
3. Tá onnur nøvn av elli munnu blikna,
Jesunavnið lýsir bjart.
Um allar ævir ikki tað skal vikna,
hvat enn tykist myrkt og svart.
Yrkjari: Yngvar Johansen.
Umsett: Heri Tróndheim.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir