Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Sakeus ríki búði

    D  A        D
1. Sakeus ríki búði
   G          A
í Jeriko sum tollari,
D        G          D
hann vildi síggja Jesus,
             A       D
tí hann kom har framvið.

2. Men tí hann var so lítil,
og fólkið heilt upp fyri bar,
upp í eitt træ hann klívur
og haðan Jesus sær.

3. Tá Jesus við hann segði:
>> Sakeus, niður skunda tær,
mær vantar stað at vera,
og tú mást hýsa mær!<<

4. Nú var Sakeus glaður,
við fer hann niður skundar sær,
hann móti Jesus tekur
og hjartans fegin varð.

5. og Jesus honum segði:
>> eg higar eri komin til
at leita upp tey farnu,
og teimum bjarga vil.

6. Ja, nú tú frelsu eigur
í mær, tú gavst mær tína trúgv,
tú vildi rúm mær geva
- í hjarta tínum búgv.<<

7. Eins og Sakeus vil eg
við gleði hýsa Jesus her,
hann frelsuna mær gevur,
og til Guds barn meg ger.

            
Yrkjari: Luk. 19, 1-10
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-