Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Sært tú á krossinum Jesus (nr. 131)

F         C7        F
Sært tú á krossinum Jesus,          
                        C
sært tú tað stríð, hann bar?

gloymdur hann var av øllum,
                   F
– gloymdur av Gudi var.
          C7       F
Sakleysur har Guds sonur
          F7    Bb
synd vára tók á seg.
                  F
Brotin er deyðans broddur,
      G           C7
tøkk, kæri frelsari!
        F      C7   F
	Á, mín kæri Jesus,
                   C
	aldri fati eg,
    
	at tú vildi lata
                      F
	lív títt fyri meg!
                 C7        F
	Tøkk, at ljós títt skínur,
                    F7    Bb
	sjónskt tað er at sjá;
        Bbm            F   D7
	tøkk, at náðin vellir
        Gm7    F/C C7 F
	enn av Gol-ga-ta!

	2. Sært tú ta spottarans krúnu
særandi enni hans,
veitst tú, at offurblóðið
ber tær nú lívsins krans?
Byrðu hann ber í tolni,
– øll heimsins synd har sæst;
svár var tann frelsuløta:
frelsarans hjarta brast!
	3. Sært tú hans krossmerktu hendur
og hansar’ særdu lið?
Steðga, o, sál, sum situr
neyðstødd og uttan frið.
Ber tína neyð til Jesus,
játta tú tína synd;
hann teg av náði bjargar,
reinsar í lívsins lind. 
	4. Skulu vit savnast har heima,
síggja vár’ brúðgóm kær’,
vaka vit mega, biðja,
stundin er jú so nær.
Øll tey, sum skeiðið runnu,
inn tá um portrið gá;
bert tey, sum her hann funnu,
skulu hans sælu sjá.

            
Umsett: Petur J. Sigvardsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-