Sangir og akkordir

821 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Sælur, sælur er tann

A               E/G#
Sælur, sælur er tann, 
    Bm                E/G#
sum situr í lívd hins hægsta;
   F#m       B       E      A       B7      E
ið skjól sær søkir í skugga almáttugans, tí hann,
     E        E/D      A/C#          E/B  B  E   D7
kann siga til Harrans, sjálvt frá tí lægsta:

       G                      Baug        B
      -Høli mítt, borg mín og Gud mín ert tú,
       Em      Em/D    C    D11
       eg líti trygt á teg!
         G                    B7/F#
      Tú bjargar úr vandum og sóttum mær nú,
            Am      G/B   A/C#    D    G     E7
      tí tú veingir tínar breiðir yvir meg!-

2. Ræðst ei ræðslur á nátt,
ei ørv ið flýgur á degi;
ei sótt, seg sníkir í myrkri, ætlar á tína gátt,
ei sjúku í herjar, sum tekur burt megi.           

3. Falla mong tær við lið,
teg tað tó einki skal saka.
Hans trúfesti vernd er og verja, geva tær hvíld og frið,
tí skjól títt er Harrin - vil yvir tær vaka.

      -Høli mítt, borg mín og Gud mín ert tú,
      eg líti trygt á teg!
      Tú bjargar úr vandum og sóttum mær nú,
      tí tú veingir tínar breiðir yvir meg!-

4. Einki ilt henda skal,
ei nærkast tínum tjaldi.
Tí einglum sínum hann bíður teg nú at verja væl,
teir leiða og bera teg - lýdnir Guds valdi.

Íblástur frá Dávidssálmi 91.




            
Yrkjari: Orð: Torleif Johannesen (2020) | Lag: Ásbjørn Berthelsen (2020)




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-