Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Reis teg, Guds kirkjulið

1. Reis teg, Guds kirkjulið! Náttin burt flýgur, 
sólskrýddur dagur, Gud kallar mong.
Frælsið tær keypti hann, sum av himni stígur,
leinkjurnar loys, brúður Krists, himnakong!

 2. Frø teg, Guds kirkjulið! Sæla at vera
sannleika–, frælsis– og kærleiksboð,
burtvilstum vísa blítt, heimið opinbera,
menna eitt fólk, sum vár Gud elskar so.

 3. Arbeið, Guds kirkjulið! Langtandi tjóðir
stunda í myrkri á ljós og frið.
Send tíni vitni út, inn í fjarar skógir,
arbeið, hav skund, áðrenn nátt tekur við!

 4. Reis teg, Guds kirkjulið! Brátt kemur róp í:
Brúðgómur kemur í dýrdarskart!
Kemur at heinta teg, vónin dagar sólblíð:
Himmalsins brúður tú krúnu nú fært!

            
Yrkjari: M. Falk Gjertsen
Umsett: Hjørleif Poulsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-