A C#m D A
1. Ofta leitaði eg, Harri,
D A B E
meira signing stríð mítt galt,
A C#m D A
ynskti bara tínar gávur,
D A E A
nú ert tú mítt eitt og alt.
A C#m D A
Jesus, Jesus, tú aleina,
D A B E
tú ert vorðin alt for meg,
A C#m D A
alt í himli og á foldum
D A E A
eigi eg nú gjøgnum teg!
2. Fyrr á kenslur bert eg bygdi,
nú er Guds orð mín grund;
hús, sum ei bygt á klettin,
farast má á ódnarstund.
3. Fyrr eg vildi halda Jesus',
men nú heldur Jesus mær;
tryggur nú í stormi veit eg,
hann meg ankrqði at sær.
4. Eg, sum hevði stóra ætlan,
bardist undir stríð og bøn
eri nú ein partur av tí ætlan,
sum fær Krist í løn
5. Tungt á herðum trúnna bar eg,
men nú ber Guds trúgvin meg.
Sannleikan mær Jesus vísti,
fyrst um meg - og so um seg.
Yrkjari: Albert B. Simpson
Umsett: Jákup R. Hansen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir