F Bb/F F Dm A/C# Dm
O, um eg kund-i tær, Jesus, prís-a,
C7/E F Gm/Bb F
sum eg so fegin vil av sál og sinn,
Gm/F C/E F/A Dm
tí at tú vild-i ta náði vís-a
Bb C C7 F
at bjóða mær í himmiríki inn!
2. Eg gekk í blindum, eg lá í deyða,
og myrkurs púki helt mær dygt og fast.
Tá rópti eg til mín Gud í neyðum,
hann frelsti meg, og myrkurs fjøtur brast.
3. O Jesus, takk fyri krossin bjarta –
takk fyri deyða tín og mongu sár!
Har fann eg frið í mítt arma hjarta,
og veturin varð til hitt væna vár.
4. Upp, allir vinir, og takið undir
við lov og prís, tí hann oss hevur loyst!
Í trongd og stríð líða daprar stundir,
men bert eitt lítið bil, o sæla troyst!
5. Brátt eru heima vit við Guds trúnu,
hvat sakar tá, um sólin okkum sveið?
Tá tjaldbúð fellur, vit fáa krúnu,
og gloymd er neyðin øll á foldarleið.
6. Tær veri æra, mín Jesus góði,
sum syndabyrðar mínar allar bar!
Tú keypti okkum við tínum blóði,
tók skuldabrævið burt, mót okkum var. 1)
7. O eydnusæla, nú tín eg eri,
takk, Jesus, takk, at eg kann vera við!
Hitt góða verkið tú nú fullgeri,
inntil eg komi í títt frelsta lið!
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir