Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

O, lambsins blóð, tað dýrabara blóð (nr 418)

    D                              A
1. O, lambsins blóð, tað dýrabara blóð,
                                      D
sum gav mær frið, tá eg við krossin stóð,
            A     G           D
tað er mín uggi her í sorg og neyð,
       G     D          A         D
mítt skýli og mín akkersgrund í deyð!

2. Tá stødd í fall og synd og skomm eg var,
ein fátæk sál, sum ónt bert í sær bar,
eg síggja fekk tann kross, har blóðið rann,
har lekidóm og sálarfrið eg fann.

3. Nú í mín munn ein sangur lagdur er,
sum fylgir mær á míni lívsins ferð,
um lambið, sum varð slaktað og við blóð'
meg keypti, tá ið deyðin fyri stóð.

4. Um syndin stundum enn vil verða sterk,
eg flýggi aftur til tað stóra verk,
tí blóðið geldur enn, tað er mín troyst,
tá eg frá loyndu synd vil verða loyst.

5. Og gongur smátt tað enn frá dag til dag,
eg syngi ørindið við sama lag
um slaktað lamb – um blóð, á krossi rann,
við tí í hjarta glað eg doyggja kann.

            
Yrkjari: Jens M. Giverholt 1874
Umsett: Ingrid Gregersen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-