Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

O Jesus lat upp míni eygu (nr. 18)

G          Em   D
1. O, Jesus, lat upp míni eygu,
                D                    G
at mína ogn eg síggja kann!
               G                      C
Eg eigi faðir, sum mær segði,
          A          D         B         Em
hann barn sítt aldri gloyma man.
                        C       D          G
hann barn sítt aldri gloyma man.

2. Eg eigi bróður við Guds sæti,
sum altíð fram í bøn meg ber.
Eg eigi náðiflóð so mæta,
sum himnahválvið víða fer.

3. Eg eigi talsmann, sum í neyðum
ber troyst og vón – og sæla góð!
Eg eigi ævigt lív í deyða;
mær frið og treyst ber Jesu blóð.

4. Eg kenni ævinleikans ríki,
ein náðifavn eg opnan fann,
og dýrdarkrúnu, ei finst líki,
ein arvur, sum mær Jesus vann.

5. Eg eigi tí ei syrgin vera,
sum slíka sælu fekk í lut,
og vil mær ivin ótta bera,
eg kenni lívsins ríka Gud!

6. O Jesus Krist, lær meg at goyma
tín trúarlovsang barmi í,
og lat meg krúnuna ei gloyma,
tú goymdi mær frá fyrstu tíð!

            
Yrkjari: Lina Sandell, 1861
Umsett: Edmund í Garði



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-