1. O, hvør gleði fer at verða,
tá Guds børn øll sleppa heim!
Eingin boð um tað kann bera,
sum í himli bíðar teim:
Skoða Jesus, skoða Jesus,
sum tey hevur tikið heim!
2. O, hvør eydna, o, hvør eydna,
hava trúgv á Jesus her!
Men ein enntá størri eydna
hann at síggja, har hann er!
Vera heima, vera heima,
burt úr sorg og vandaferð.
3. Hav gott treyst, ver glað í sinni,
troyttast ei á vegnum heim;
Jesus okkum ber í minni,
eygu lyft mót himnagleim.
Jesus kemur, Jesus kemur
brátt at taka síni heim.
4. Jesu blóð er okkum veðið,
at Gud miskunnsamur er;
hetta er vár grund til gleði,
gevur treyst á trúarferð,
til vit koma, til vit koma
heim, har Harrin Jesus er!
5. Har vit aldri skiljast aftur,
tár ei renna kinnum á;
har er altíð hugur lættur,
ævinlig er sælan tá.
O, hvør eydna, o, hvør eydna,
altíð vera Gudi hjá!
Yrkjari: Swenning Johansson
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir