Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

O Harri, illar kreftir

1. O Harri, illar kreftir nú seg menna, eg veikur eri,
kenni meg sum vrak, meg tína styrki lær so væl
at kenna, at ídnari eg verði tíni sak.
-
“ Lat stúranir og sorgir ikki valda tær,
eg teg leiði dag um dag teg mongu tøk, 
nýggjar kreftir og visjónir fært tú bert frá mær, 
eg teg beri fram, missiónin er mín søk! ”


2. Ja, Harri, lær tú okkum miskunn vísa mót heiminum – 
Ì neyð hann venar seg; lat tú ein vitniher á fold upprísa, 
sum boðar teg á tínum kærleiks veg´.

3. So tak tá mínar varrar, føtur, hendur
og ger til reiðskap meg í tíni sak;
tá fari glaður eg, har tú meg sendir
- meg styrk og hav í mær títt fasta tak.

            
Yrkjari: Ingeborg Kappelgaard
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-