1. O Halgi Andi, ger títt verk í hjarta mínum inni,
so trúgvin verður sonn og sterk,og rætta leið eg finni.
Vek hjá mær sorg um mína synd, vís mær á Jesus halgu mynd,
at eg hann rætt kann ynna.
2. O Halgi Andi, gev tú lív í orði, sum vit hoyra,
ja, nýt tú orðsins hvassa knív og opna deyva oyra,
so eg kann eiga lív í tær, og lít títt vera kann í mær,
tú ongan burt vilt koyra.
3. O Halgi Andi, virka tú, at okkum smá vit kenna,
í barmi eyðmýkt eigi bú, at hugmóð burt kann renna.
Lær meg at meta næstan høgt, ger eygað fyri tørv hans gløgt,
tú vilja mín mást menna.
4. O Halgi Andi, set á gongd, at vit títt verk her gera,
ja, vek í okkum mikla trongd til vitnisburð at bera
um Guds Son sum vár Frelsara, sum gav sítt lív á Golgata,
at frelst vit kunnu vera!
Yrkjari: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir