1. Nýt tíð til at biðja,
søk kvirru og ró!
Við frelsarans føtur
er trygdin fullgóð.
Um heimurin leikar,
og stríð gongur á,
er Jesus tín friður,
søk hvíld honum hjá!
 2. Nýt tíð til at biðja,
tær stundir nú gev,
at doyva ei andan
skal gerandis strev!
Søk árla Guds ásjón –
far glaður tín veg
til verk títt at inna,
tá Gud signar teg!
 3. Nýt tíð til at biðja,
hoyr lýðin Guds kall!
Um syndin teg lokkar
og freistar til fall,
søk Jesus í bønum,
hann styrkir teg væl!
Ja, meira enn sigra
í Kristi tú skal!
 4. Nýt tíð til at biðja,
Guds náði er rík!
Lít meira á Jesus
og gerst honum lík!
Tá glæmu av dýrd hans
tú bert út við tær,
til lut tú á himni 
            
            
                
                Yrkjari: Anna Jonassen
                                Umsett: Edm. Í Garði
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir