Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Nýt stundir at biðja (nr. 240)

D   Hm         F   A
Nýt stundir at biðja,
D   Hm        E7 A
søk kvirru og ró!
D   Hm         E7  F#m
Við frelsarans føtur
   E           A
er trygdin fullgóð.
G  A7           D
Um heimurin leikar,
G               D
og stríð gongur á,
   D7            G
er Jesus tín friður,
D   A7          D
søk hvíld honum hjá!

	2. Nýt stundir at biðja,
tær stundir nú gev,
at doyva ei andan
skal gerandis strev!
Søk árla Guds ásjón –
far glaður tín veg
til verk títt at inna,
tá Gud signar teg!
	3. Nýt stundir at biðja,
hoyr lýðin Guds kall!
Um syndin teg lokkar
og freistar til fall,
søk Jesus í bønum,
hann styrkir teg væl!
Ja, meira enn sigra
í Kristi tú skal!
	4. Nýt stundir at biðja,
Guds náði er rík!
Lít meira á Jesus
og gerst honum lík!
Tá glæmu av dýrd hans
tú bert út við tær,
til lut tú á himni 
í dýrdini fær.

            
Yrkjari: Anna Jonassen 1902.
Umsett: Edm. í Garði.



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-