C          G    C    G
1. Nú Lýsa við stillar strendur
    Dm         G     C/E
tey skínandi ljós í kvøld,
   Am          F  C/E  Am
og túsundtals barnahendur,
    C/E F      C/G  G   C
tey hevja mót stjørnufjøld.
2. Við gleði og sangi fagna
tey bróð'rinum uppi har.
Hann heiminum vildi gagna,
í fjósinum føddur var.
3. Hans koddi var bert av strái,
hann græt í tí ringu song,
men einglarnir lýstu náði
um Betlehems køldu ong.
4. Teir sungu á fyrsta sinni
ta nátt yvir Dávid stað,
tann sang, sum fer ei úr minni,
hitt himmalska gleðilag.
        D           A     D  E7/B A
5. Tað hoyrist við frøi ljóða
B7/F# Em          A/G  D/F#  A/C#
av   fold hvørja jólanátt
    Bm           G       D/F# Bm 
um barnið, Guds son, hin góða,
     D/F#  G6    D/A  A   D
sum gjør - di um æ - vir sátt.
            
            
                
                Yrkjari: Jacob Sande
                                Umsett: Jákup R. Hansen
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir