F C/E Bb/D F/C
1. Nú birtast túsund jólaljós
Bb C/Bb F/A C7/G
í hesi myrku stund,
F C7/G F/A Bb
og túsund onnur glógva nú
C C7 F
á himna bláu grund.
2. Og yvir bý og land í kvøld
fer jólaboð avstað,
at føddur Harrin Kristus er,
tí eru vit so glað.
3. Tú stjørna yvir Betlehem,
áh, lat títt milda ljós
nú lýsa inn við friði, vón
í vára heim og hús.
4. Í hvørt eitt hjarta, tungt og myrkt,
tín glæma lýsi blíð,
ein glæma av Guds kærleiksmynd
í hesi jólatíð.
Yrkjari: Emmy C. Köhler
Umsett: Andreas Andreasen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir