Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Neyðugur tú ert mær, Jesus (nr. 422)

E                    A
Neyðugur tú ert mær, Jesus,
 E     C#m        F# H
tí so blindur eri eg,
 E                    A
renni sum ein hind í ræðslu
 E/H   H             E
inn á deyðans villa veg.
H                     E
O, mær tørvar, at tú leiðir
 A     E              F#  H
meg á tína sannleiksleið,
 E                   A
annars villist eg á vegnum,
 E     H         E
finni faðirhúsið ei.

2. Neyðug er mær øll tín náði
og øll kærleikskensla tín;
uttan teg eg burtur verði,
oyðin endar ferðin mín!
Neyðugur tú ert mær, Jesus,
kom og ger mær ferðalag,
veit tú mær av andans megi
meir og meir hvønn Harrans dag!

3. Neyðugur tú ert mær, Jesus,
til at bøta mína synd;
o, tín uggi mær man tørva
dag um dag við deyðans grind!
Fyri hvørt eitt stig, eg stígi,
tú ert neyðugur hjá mær!
Ert tú við mær, kæri Jesus,
alt útinni eg við tær!

            
Yrkjari: Frederick Whitfield v. 1. 1855, Lina Sandell v. 2 og 3 1857.
Umsett: Johs. Andr. Næs



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-