Eg vil tala stóra navnið Jesus,
Yvir hvørt eitt hjarta og hvørt sinn.
-Veit í tíni nærveru er friður
Navnið Jesus
Eg vil tala stóra navnið Jesus,
Til alt, ið bindur niður, loysnað er.
Kunngera, at tað ber vón og frælsi.
Navnið Jesus.
Títt navn er Styrki
Títt navn er Grøðing
Títt navn er Lív
Tað brýtur múrar
Er ljós í myrkri
Birtur ein eld.
Eg vil tala stóra navnið Jesus,
Yvir ræðslu, ótta hjarta ber.
Til hvørja sál, ið bundin er í stúran.
Navnið Jesus.
Títt navn er Styrki
Títt navn er Grøðing
Títt navn er Lív
Tað brýtur múrar
Er ljós í myrkri
Birtur ein eld.
Lat Jesu navnið runga
Yvir bygd og yvir bý.
Yvir hvørt eitt myrkur
Yvir fíggindar og stríð.
Yvir míni kæru
Eg tali navnið títt:
Jesus
Yrkjari: Ókendur
Umsett: Ann Gvøðny Dánialsdóttir og Terje B. Vestergaard
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir