E A
1. Nærri, mín Gud, til Tín,
E F#7 B
nærri at Tær!
E A
Má eg enn krossin Tín
E B E
bera á mær,
E A E
ljóða skal harpa mín:
E A E B
Nærri, mín Gud, til Tín,
E A
Nærri, mín Gud, til Tín,
E B E
nærri at Tær!
2. Um enn í sorgartíð
eina eg sat,
í barmi hjarta mítt
syrgjandi græt,
ber meg tá dreymur mín,
:,: nærri, mín Gud, til Tín, :,:
nærri at Tær!
3. Lat sálareyga mítt
leiðina sjá,
ið gongur heim til Tín,
eingil Tín tá
veittri meg upp til sín,
:,: nærri, mín Gud, til Tín, :,:
nærri at Tær!
4. Fyri hvørt fótaspor
nærri at Tær
vil eg eitt "Betel" her
upp byggja mær,
ljóðar tá harpa mín:
:,: nærri, mín Gud, til Tín :,:
nærri at Tær!
5. Og tá mítt tímaglas
her rennur út,
sálin seg lyftir upp
móti Tær, Gud,
syngjandi sálmin sín:
:,: nærri, mín Gud, til Tín, :,:
nærri at Tær!
Yrkjari: Sarah Adams
Umsett: Jógvan Nolsøe
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir