C G C
1. Nú siga vit farvæl og tøkk
G C G
og fara glað av stað,
C F G C
vit ei vilja gloyma tað, vit hava lært,
C G C
at gera her í dag.
2. At biðja gott og syngja væl
eg fegin læra vil;
men mest vil eg minnast, at eg eri keypt
at hoyra Jesus til.
3. O kæri Jesus, hjálp tú mær
at vera blíð og góð,
at akta og elska mammu mína væl,
hon er tá glað og fró.
4. Ja, signa pápa, mammu við
og systkini hjá mær
og hjálp, at vit øll at enda fáa pláss
í himlinum hjá tær.
Yrkjari: Ingrid Gregersen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir